2013-10-23 02:25
Í sambandi við at nýggja viðgerðarheimið á Nesi er innilokað, verður 'opið hús' í bygninginum leygardagin 26. oktober kl. 14-17.
Tað hevur gingið væl við byggingini av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi.Byrjað varð at byggja í januar, og nú er innilokað. ??tlandi verður bygningurin klárur at taka í nýtslu ímóti sumri komandi ár.
Til tiltakið verður greitt frá um byggingina, víst verður runt, og høvi er at síggja tað avbera vakra útsýni út yvir fjørðin. Eisini ber Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fram eina heilsu, og orkestrið ??labogin spælir.
Blái Krossur bjóðar eisini ein góðan drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald