2022-01-11 13:36
Setur.fo:
Haruárið í fjør hilnaðist nøkulunda væl, tó at útlitini ikki tyktust heilt so góð við ársbyrjan
Tað verður helst eitt miðalár til haru, tá uppteljingin er liðug. Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum væntar, at umleið 7000 harur eru skotnar í fjør.
Í Vikuskiftissendingini í Kringvarpi Føroya greiddi hann frá arbeiðinum við skrásetingunum og haruveiðina í fjør, umframt um eina nýggja kanning, ið verður gjørd fyri at fáa staðfest, um sjúkan, toxoplasmosa, er í føroyskum harum, og um hon í so fall møguliga kann smitta fólk og skaða fostrið hjá barnakonum.
Lurtið eftir innslagnum við samrøðuni við Eyðfinn Magnussen, lívfrøðing á Fróðskaparsetrinum, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald