Aftur í ár setur Fuglafjarðar Harmonikufelag dám á Bátafestivalin á Toftum.
Tó verður tað eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu árini, tí tað bleiv strangliga frámælt av mynduleikunum at hava dans, fyriskipararnir valdu sjálvandi at fylgja tilráðingunum hjá landsinsmynduleikum.
Tónleikaframførslur og harmonikutónleikur hava verið karmur um hugnan í teltinum og verða tað aftur í ár. Í ár verður tiltakið ???syngið við??? skipað soleiðis, at tað fer at fylla meira og verða við til at skapa hugnan á ársins Bátafestivali.
Tiltakið ???Syngið við??? byrjar kl. 21.00 í teltinum, Fuglafjarðar Harmonikufelag og Tórður Mikkelsen luttaka ??? ókeypis atgongd.
Ígjøgnum alt kvøldið er møguleiki at keypa sær tann fantastiska festivalbúffin við tilhoyri. Møguleikið verður eisini til at keypa sær ymiskt annað til matna.
Tiltakið endar kl. 24.00, og vit fara longu tá at gleða okkum til Bátafestivalin á Toftum 2022
Vælkomin á Bátafestival á Toftum
Fyriskiparnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald