Mikudagin 14. mars var lutakast millum øll tey, sum høvdu skrásett harutúrar á heimasíðuni ???Haran.fo???. Hepni vinnarin av gávukortinum uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið, gjørdist Páll Zachariassen úr Klaksvík.
Páll er slektaður úr Árnafirði, men býr í Klaksvík. Hann hevur skotið í haganum ???Ognarhaganum??? í Árnafirði. Í hesum haganum fingur teir tilsamans 85 harur, sum vórðu skotnar á 10 túrum. Páll var nýggju túrar í haganum, teir flestu einsamallur.
SKRÁSETINGIN
Fyri at eggja fólki at skráseta harutúrarnar vóru øll tey, ið skrásettu túrarnar á heimasíðuni ???Haran.fo??? við í einum lutakasti av einum gávukortið uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið.
Tilsamans vórðu 780 harutúrar skrásettir. Eisini vóru upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í trimum høgum, og upplýsingar um 28 hagar, har teir ikki skutu í 2017, og eisini tveir hagar, sum eru skotnir saman við grannahøgunum. Samlaða talið av skrásetingum fyri árið 2017 kom sostatt upp á 813 túrar. Tilsamans 243 fólk skrásettu túrarnar. Tann ið skrásetti flestur túrar, var Hjalmar Gaardlykke úr Miðvági. Hann skrásetti 34 túrar.
Nú verður frágreiðingin ???Haruveiðan í Føroyum 2017??? skrivað. Frágreiðingin eru næstan liðug, og kemur út í næstu viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald