Mentan

Handan av fyrstu Ebbu-virðislønini

...

2018-05-18 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvítusunnudag 20. mai kl. 17:00 verður Ebbu-virðislønin handað á fyrsta sinni.


Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. Sep.1929 ??? 20. Mai 2015.
Ebba-virðislønin, sum er á 25.000 krónur, verður handað ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur.

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handar virðislønina á almennari móttøku.

Skráin fyri hátíðarhaldið Hvítusunnudag 20. mai kl. 17 í auluni í Finsen:

Kl. 17.00 Vælkomin
kl. 17.10 Tónleikur
kl. 17.15 Handan av Ebbu-virðisløn
kl. 17.30 Røða
kl. 17.40 Tónleikur
kl. 17.45 Liðugt

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

???Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum.???

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Havandi í huga at grundarlagið er seinasta ynski hjá Ebbu Hentze, verður virðislønin handað 20. Mai, sum er dagurin Ebba Hentze andaðist.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder