Mentan

Hamradun í Vestmanna

...

2021-09-06 06:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hamradun hevur rakt føroysku fólkasálina mitt í hjartað, tí gleða vit okkum at bjóða teimum vælkomnum á stóru rokkkonsertina Rokkur í Vestmanna.

Teir, ið manna bólkin, hava allir drúgvar royndir á føroyska tónleikapallinum úr so ymiskum bólkum sum Týr, Terja & Føstufressum, Hamferð, Go Go Blues, MC-Hár og Deiggj. Hetta eru alt royndir harrar og sera dugnaligir tónleikarar, og her liggur nokk eisini svarið uppá, hvussu teir so skjótt eru vorðnir eitt av best umtóktu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum.

Teirra fólkarokkur er djúpt grundaður í okkara mentan, og teirra meistarligu evni at dagføra kvæði og vísir við virðing upprunatilfarinum, er ein uppskrift, ið rakar okkum beint í hjartað.

Framúr góði oddamaðurin, Pól Arni Holm, var blaðungur, tá hann saman við Týr tulkaði Ormin Langa. Árini eru fleiri og royndirnar nógv fleiri, og tað klæðir tvøramanninum við tí langa ljósa hárinum og fantastisku rokkrøddini.

Rokkur í Vestmanna verður 11. september á Bakkavegi omanfyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni. Har luttaka nakrir av allar bestu føroysku rokkbólkunum og íslendsku Pink Floyd tulkararnir Dúndurfréttir. Les meira um Rokk í Vestmanna á Vestmanna.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder