Mentan

Halt frástøðu ??? eisini á vegnum

...

2020-06-25 10:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Juni 2020

Halt frástøðu ??? eisini á vegnum!

Landsverk og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at halda frástøðu í ferðsluni

Í nýggjum átaki fara Landsverk og Ráðið fyri Ferðslutrygd at minna bilførarar á at halda frástøðu á vegnum.

At halda frástøðu eru eini boð, sum vit eftir hondini eru sera von at hoyra. Seinastu mánaðarnar hava tilmælini til tess at steðga smittuspjaðing verið mong og lyklaorðið er ???frástøða???.

Nýggja átakið hjá Landsverk og Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur tó onki við Korona at gera, men lyklaorðið um at halda frástøðu er tað sama. Tí heldur tú hóskandi frástøðu, hevur tú stundir at umráða teg, um bilurin framman fyri brádliga bremsar. Og tað kann verða munurin á lívi og deyða.

Pílar á landsvegnum vísa hóskandi frástøðu

Koyrir tú 80 km/t skal tú halda 45m frástøðu til bilin framman fyri teg. Tá hevur tú 2 sekund at umráða teg í, um bilurin framman fyri brádliga bremsar.

Á pappírinum ljóðar tað einfalt. Men hvussu síggja 45 metrar út, tá tú situr í bilinum og koyrir 80 km/t?

At hjálpa okkum eitt sindur ávegis fer Landsverk at mála vegamerkingar á landsvegin, sum vísa røttu frástøðuna, tá tú koyrir 80 km/t.

Á einum uml. 2,5 km longum teini á landsvegnum frá Sandvíkarhjalla og inn á Sund, verða pílar merktir á vegin. Pílarnir verða staðsettir við eini innanhýsis frástøðu soleiðis, at um tú altíð hevur minst 2 pílar millum teg og bilin frammanfyri, tá tú koyrir 80 km/t, so heldur tú trygga frástøðu.

Fyri góðum 10 árum síðani var ein líknandi roynd gjørd á landsvegnum millum Fjarða í Eysturoynni. Hendan royndin eydnaðist sera væl og vísti hon heilt týðuliga, at bilførarar hildu frástøðu, tá pílarnir vístu vegin.

Eydnast hendan royndin við frástøðumerkingunum væl, er ikki óhugsandi, at líknandi merkingar verða gjørdar á øðrum landsvegum kring landið.

Lutfalsliga nógv óhapp við bilum, sum renna á aftanífrá

Teinurin, sum nú verður merktur við frástøðu-pílum er ein teinur, har lutfalsliga nógv óhapp henda við bilum, sum renna á aftanífrá.

Landsverk hevur gjørt skipaðar kanningar av ferðsluóhappum á føroyskum vegum í árunum 2014-2017. Í hesum tíðarskeiðnum eru skrásett 1.126 óhapp á vegateinum og 14% av hesum eru óhapp við bilum, sum renna á aftanífrá. Á donskum nevnt ???bagende-kollision???. Hetta slag av óhappum hendir millum annað, tí bilførarar halda ov lítla frástøðu.

Góð ráð at meta um trygga frástøðu:

Tað kann vera torført at meta um, hvat hóskandi frástøða er á vegnum. Neyðugt skal ikki vera at nýta nógva orku at rokna teg fram til tað, meðan tú koyrir bil, tí so tekur tað uppmerksemi í koyristøðuni.

Vit hava tí savnað nakrar tummilsreglur fyri hvussu tú lættliga kann meta um røttu frástøðuna. Eisini tá tú koyrir aðrastaðni í landinum, enn á teininum, sum verður merktur við frástøðu-pílum:

· Tel upp í tvey: Vel eitt merki fram við vegnum frammanfyri teg at telja eftir. Til dømis byrjanin av bilverjuni, ein pela, ella okkurt annað støðufast merkið. Byrja at telja, tá bilurin frammanfyri teg fer framvið merkinum og tel síðani ???eitt-túsund-og-eitt, eitt-túsund-og-tvey???. Telur tú til 1002, áðrenn tín bilur kemur til títt valda merkið, tá tú heldur hámarksferðina 80 km/t, ert tú tryggari.

· Tel prestar: Altso ikki teir, sum ganga í svørtum kjóla og hvítum kraga, men reyð og gulmálaðu timburpelarnar við endurskinum, sum standa fram við landsvegum. Í Føroyum eru ???prestarnir??? settir við nett 20 m frástøðu. Koyrir tú soleiðis at tað eru 3 prestar millum teg og bilin frammanfyri, tá tú heldur hámarksferðina 80 km/t, ert tú tryggari.

· Tel hvítu brotnu miðlinjurnar: Tær eru soleiðis háttaðar, at fyri hvørja brotna linju, við millumrúmi, eru 12 m. Hetta óansæð um talan er um vanligar koyrilinjur, ella longru ávaringarlinjurnar. Hevur tú 4 linjur millum teg og bilin frammanfyri, tá tú heldur hámarksferðina 80 km/t, ert tú tryggari.

Átakið byrjar 25. juni og heldur fram í tríggjar vikur.

Lovisa Petersen Glerfoss

RFF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder