Matstovan Hallartún, sum liggur á nýggja, altjóða hotellinum á Staravegnum í Havn, Hilton Garden Inn FaroeIslands, letur upp í kvøld, hóskvøld 22. oktober kl. 18.
Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-stílinum, og dentur er lagdur á føroyskar rávørur.
Tað er Jákup Sumberg, sum er stendur á odda fyri matstovuni.
???Vit gleða okkum at lata upp og borðreiða við øllum tí góða, sum vit hava sett saman til okkara gestir. Í Hallartúnier ferðin høg. Góðska, nógvur og góður smakkur við einføldum borðreiðingum eyðkenna matin í Hallartúni,???sigur Jákup Sumberg, høvuðskokkur.
Í sambandi við, at matstovan skuldi hava navn, varð ein navnakapping útskrivað, men dómsnevndin samdistikki um nakað av innkomnu uppskotunum. Tí vórðu boð send eftir máltænastuni hjá Sprotanum, sum kom viðnavninum Hallartún.
Í grundgevingini verður sagt soleiðis: ???Hil er tað sama sum hill.
Ton er upprunaliga norrønt tún, sum merkir bøur, gerð Navnið á matstovuni skal á sín serstaka hátt spegla navnið HILTON í orðtýdningi og sniði og kortini vera egiðog føroyskt.
Tú kemur inn í stóra høll ??? høgt til loft, vítt til veggja ??? einki ber uppfyri, einki skerjir sýnið; tú kundi eins væl sitið ítúninum og notið bitan, meðan tú skoðar oman yvir Hoydalar.
Tú situr í eini høll og einum túni um somu tíð.
Tú fært ta stórbæru høllina og tað heimliga føroyska túnið bregdað saman til HALLART??N.???Í sambandi við, at matstovan letur upp, hevur Jákup Sumberg saman við restini av toyminum sett saman einaupplatingarmatskrá fyri serprís við laksi, lambi og leskiligum tiramisu omaná fyri serprís. Til ber at lesa meira umá hallartun.fo, har tú eisini kanst bíleggja borð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald