Mentan

Hagafelagið partur av ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum

...

2021-05-20 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gransking vísir, at tað hevur jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna at vera í náttúruni. Fólkaheilsuráðið fegnast tí um, at ein nýggjur samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu leggur dent á at fara í hagan og njóta føroysku náttúruna. Hagafelagið er nevniliga nýggjasti samstarvsfelagin í verkætlanini.

Hví er Hagafelag Føroya við í ABC fyri sálarliga heilsu?Hagafelag Føroya hevur valt at vera við í ABC fyri sálarligari heilsu, tí felagið vil vera við til at fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Felagið virkar fyri rættinum at fara í hagan og fyri at varðveita og menna eitt fjølbroytt, heilsugott og virkið lív í haganum.

???Vitvita, at hetta at ganga í náttúruni hevur gott árin á kropsligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. Atgongdin til náttúruna er serliga umráðandi í einari tíð, har fleiri hava strongd, og talgildu miðlarnir gera tað trupult hjá nógvum at hugsavna seg??? sigur Hagafelagið.

Í náttúruni kanst tú vera virkin, saman og hugbundin

Náttúran gevur tær alskyns møguleikar fyri at fylgja boðskapinum um at vera virkin, saman og hugbundin. Hagin er eitt upplagt stað at njóta føroysku náttúruna, tí hagin er ein so stórur partur av okkara náttúru. Alt eftir hvat tær dámar, kanst tú fara í hagan fyri teg sjálvan ella saman við øðrum, vera kropsliga virkin ella binda frið, vera nærverandi og sansa alt rundan um teg, sum alt hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

???Seinastu árini eru alsamt fleiri føroyingar farnir at ganga í haganum. Umframt frísku luftina og kropsligu ágóðarnar av gongutúrunum fáa fólk kensluna av at vera við í einum felagsskapi og at hoyra til. Nógv vinarbond eru knýtt í haganum millum ung og eldri, fólk úr ymiskum oyggjum, við ymiskum førleikum, politiskari áskoðan, trúgv og uppruna. Her hoyra øll til, og øll kunnu vera við??? sigur Hagafelagið.

Hagafelagið er farið undir eina fyrilestrarøð, har kunnað verður um føroysku náttúruna, og hvat tú kanst uppliva í náttúruni. Fyrilestrarnir eru almennir og verða ymsastaðni kring landið fyri at geva so nógvum sum gjørligt møguleika at luttaka.

Vaksandi samstarv

Við Hagafelagnum sum nýggjum samstarvsfelaga í ABC fyri sálarliga heilsu telur samstarvið í ABC fyri sálarliga heilsu nú 24 feløg, kommunur og stovnar í Føroyum. Fleiri leggjast spakuliga afturat og eru soleiðis við til at menna verkætlanina í Føroyum.

???Í Hagafelagnum fegnast vit um at vera við í ABC-samstarvinum, tí vit meta, at føroyska náttúran og lívið í henni hevur stórt potentiali at fremja sálarligu heilsuna hjá ungum sum eldri??? sigur Hagafelagið at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder