2016-11-13 22:05
Tríggir dystir eru leiktir í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum um vikuskiftið. Vit søgdu frá dystinum í Kollafirði, har KÍF tók ímóti VÍF, VÍF vann ein tættan og javnan dyst við trimum málum 25-28 til VÍF.
Dysturin í Havn ímillum Kyndil og StÍF gjørdist eisini javnur, sum væntað. Kyndil vann dystin og er harvið komið uppá 14 stig, Kyndil liggur á 3. plássið í FTZ-deildini við 14 stigum og StÍF liggur á 5. plássið við 10 stigum.
Triði dysturin var í Hoyvíkshøllini, har H71 tók ímóti Neistanum, dysturin gjørdist javnur serliga í seinna hálvleiki - H71 vann 22-20 og hevur oddasessin í FTZ-deildini við 17 stigum, Neistin liggur næstniðast við 8 stigum.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald