2021-07-16 10:06
Tórshavn.fo: Sum siður er, fekk Margretha drotning handað eina gávu frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, tá ið Tórshavnar kommuna var vertur fyri drotningavitjanini seinnapartin.
Drotningin fekk gávuna handaða á Hafnia, har Margretha drotning varð boðin til ein miðmála
Turið Nolsøe Mohr hevur sniðgivið gávuna. Talan er um eina brosju úr gulli og basalti.
Turið er fødd og uppvaksin í Føroyum, men býr uttanlands.
Íblásturin til at arbeiða við smykkum er sprottin úr longslinum eftir føroysku náttúruni. Tí kennist tað natúrligt hjá Turið at arbeiða við gulli og basalti - hesum steinslagnum, sum hevur evnað til Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald