Leiðslan í fólkakirkjuni hevur fyrst í juli tosað saman um gudstænastuna ólavsøkudag. Í hesum sambandi hevur dómprósturin samskift við læknafrøðiligan myndugleika við atliti at Covid-19 støðuni.
Í samráð við tann læknafrøðiliga myndugleikan meta vit tað tryggari og skilabetri, at gudstænastan ólavsøkudag verður skipað á sama hátt sum í 2020. Sostatt verður talið av fólki í kirkjuni avmarkað, og almenningurin hevur einans atgongd til gudstænastuna umvegis Kringvarp Føroya.
Inni í sjálvari kirkjuni vera tey, ið ganga skrúðgongu, eitt kór og tey, ið dagliga varða av Havnar kirkju, t.d. kirkjuráðið og tænararnir.
Eyðvitað hevur leiðslan í fólkakirkjuni samskift við formansskapin í Løgtinginum um hesi viðurskifti. Gudstænastan er jú ein liður í skipanini, nú Løgtingið byrjar nýggja tingsetu.
Tað er sóknarpresturin Maria Jørðdal Niclasen, ið prædika á ólavsøku.
JF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald