Mentan

Guðmundur fer at leiða Gulu smiðju

...

2021-11-05 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Runavíkar Kommuna:

Býráðið fyri Runavíkar kommunu samtykti í gjárkvøldið at seta Guðmund Joensen í starv sum leiðara av ungdóms- og virkishúsinum Gulu smiðju í Saltangará.


Guðmundur Joensen er 38 ára gamal og hevur fjølbroyttar royndir. Hann kemur úr starvinum sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Vági, eitt starv hann røkti frá fyrstu fetum skúlans í 2016 og til í summar. Undan tíð hevur hann m.a. roynt seg sum sjálvstøðugur handverkari og úrvalsítróttarfólk.


Gula smiðja er nýggja ungdóms- og virkishúsið í Runavíkar kommunu, sum kemur at húsast í eyðkenda gula smiðjubygninginum miðskeiðis í Saltangará. Umframt hugnaliga og mennandi samveru er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum.


Guðmundur byrjar í starvinum í næstum. Fyrsta tíðin verður nýtt til at tilrættisleggja virksemið, sum skal vera í Gulu smiðju, tá hon letur upp.

Runavíkar kommuna ynskir Guðmundi hjartaliga tillukku við starvinum og bestu eydnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder