2013-08-07 17:15
Fyri løtu síðan kom russiski trolarin Pavel Kutakhov á Skálafjørðin, har teir skulu landa makrelin, teir hava fiskað í grønlendskum sjógvi.
Nøkur grønlendsk skip, okkurt russiskt og okkurt kinesiskt skip hava fiskað makrel í grønlendskum sjógvi nær íslendska markinum. Sum skilst, so hevur fiskiskapurin verið hampuliga góður, men minkaði nakað mitt í farnu viku.
Russiski trolarin, Pavel Kutakhov, fer tá ið liðugt er at landa, at fiska makrel norðanfyri, antin av kvotuni russar eiga í føroyskum sjóøki ella í altjóða sjógv norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald