2013-07-25 19:33
Grønlendingar hava ásett sær eina makrelkvotu í grønlendskum sjógvi, kvotan er uppá 15.000 tons.
Fyrsta skipið er farið á makrelveiðu, tað er nýggi trolarin Tuugaalik, sum júst er komin á fiskileið, teir royna eystur ímóti íslendska makrinum.
Tað eru 6 føroyingar við Tuugaalik, skipari er Regin Hendriksen úr Sandavági.
Vit fingu hesar myndirnar sendandi, tær eru tiknar í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald