Mentan

Grindirnar ymiska ferð

...

2020-08-14 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Merkta grindin úr Havn hevur verið rættiliga støðuføst nú í longri tíð. Hon hevur ligið mest sum og damlað beint eystan fyri Reykjanesryggin, ímillum 59 og 60 breiddarstig.

Merkta grindin úr Bø, harafturímóti, hevur hildið eina miðal ferð á meir enn 3 fjórðingar, og hevur verið nokk so víða. Hon ferðaðist fyrst suðuri á 58 breiddarstig, fyri síðan at fara vestur á 36 longdarstig, og hevur so seinastu vikuna ferðast í ein landnyring, og er nú norðuri móti 62 breiddarstigum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder