Mentan

Grindaformaður stendur spyrjandi til avgerðina hjá sýslumonnunum

...

2020-06-24 17:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum grindaform. standi eg spyrjandi til avgerðina hjá Sýðslum. um at nokta Føroyingum at halda grind til,

Hvat er trupuleikin má eg spyrja tá bæði Landsstýrismaðurin í varðar av grindalógini og hægsi mynduleiki á økinum umframt okkara serfrøði innan koronaráðgevingina siga at tað er ok.
Og mær vitandi hevur heldur eingin av grindaform. nakað ímóti at grind verður hildin til.
?? stuttum snýr tað seg um at hava skipa viðurskiftir sum við øllum øðrum tiltøkum sum verða fyriskipa í hesi koronatíð,
Tað er eingin trupuleiki at gjøgnumføra hettar bara ein hevur viljan til staðar
Hvat við at gerða sum íttrótturin, eitt nú til fótbóltsdystir, at hava vaktarfólk at takað sær av øllum sum ætla sær inn á øki,
Og øllum tí sum har tilhoyrur
Eg gjørdi eitt uppskot sum eg legði fyri koronaráðgevingina hvat vit kundu gjørt fyri at halda grind til,
Og hettar uppskotið bleiv góðtikið, sí her.

Vit hava umrøtt fyrispurningin frá tær, og meta at fyriskipanin, sum tit skjóta upp er skilagóð.

Um grindamennirnir halda fjarstøðutilmælið og mesta tal av fólki í fjøruni (100) - eisini tá teir skera á háls og nógv fólk er á línuni, so halda vit at tað er trygt viðvíkjandi coronasmittu.

.Mítt uppskot
. Sperringar verða settar upp kring hvalvágina, líka sum tað verður gjørt til fótbóltsdystir (Vaktarfólk verða til staðar og halda skil á hesum)
. Bert tey sum hava grindaprógv sleppa inn á øki
. Alt skifti verður gjørt til heimapartar
. Kommunan tekur sær av øllum viðv. uppskering, merking, osfr, hettar fyri at kunnað uppspora eina møguliga smittu.
Tað stendur okkum øllum púra frítt um vit vilja luttakað í einum grindadrápi, ella ikki.

Tí undrar tað meg at Sýðslum. siga at teir ikki vilja koma útfyri tí at standa við ábyrgdina av at grind verður hildin til og at smitta brýtur út,
Og lýkna dømi við eina meslingagrind fyri øldum síðani, hettar kann slett og aldeilist ikki samanberast við støðuna í dag.

Vit hava øll ábyrgd fyri okkara egna lívið

Eri stórliga bangin fyri at um forboði kemur at standa við í eina tíð afturat er hendan mentan eisini farin fyri bakka

Til endans fari eg at heita á allar grindamenn úti sum heima um at standa saman og fáa hettar forboði avtikið ongantíð ov skjótt.

Heri Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder