Tað verður boða frá grind í Haraldsundi, norðanfyri byrgingina við Svartadal á Strond.
Vit vita ikki meira í løtuni, men so skjótt sum nakað nýtt er at frætta, verður hetta boða, sigur løgreglan.
Klokkan 14:06:
Fyri lítlari løtu síðani byrjaði grindadrápið beint norðanfyri byrgingina í Hvannasundi - í Sandoyrabuð, tey nevna.
Seinast vit frættu, vóru tað framvegis einstakir hvalir sum svumu leysir út fyri. Men menn vóru ídnir eftir at fáa teir uppá land eisini.
Mett verður, at talan er um slakar 100 hval, tað skrivar portal.fo.
Kl. 18.00Grindin, sum legði beinini í Hvannasundi seinnapartin í dag, verður skift til heimapartar í Klaksvík, og til rakstrar- og drápspartar.
Arbeitt verður í løtuni við at merkja og skifta hvalirnar.
Kunngjørt verður seinni í kvøld, nær seðlarnir koma út.
Seðlarnir til drápspartarnar hjá teimum, ið búgva eystan fyri Múlan koma út á bryggjuni í Norðdepli kl. 21.30.
Seðlarnir til drápspartarnar hjá teimum, ið búgva vestan fyri Múlan, og seðlarnir til heimapartarnar, koma út seinni í kvøld. Nærri verður lýst um hetta á tíðindaportalunum.
Seðlarnir til drápspartarnar til tey, ið búgva vestan fyri Múlan og seðlarnir til heimapartarnar í Klaksvík, koma út á midnátt á "Faktorsbryggjuni" í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald