JN

Grindaboð vestur úr Koltri og grind á Dølunum

...

2013-08-08 18:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri løtu síðan varð boðað frá, at ein grind var stødd vestur úr Koltri, eingin bátur var hjá grindini, men nú eru nakrir bátar farnir av Sandavági og Miðvági. Ein maður, sum var staddur ??ti á Trøð fann grindina, hann ringdi til Hest og boðaði frá, teir vóru skjótir av stað og við hjálp frá sandavágsmanninum kom hestbáturin til grindina.

Eystfalskyrrindi eru í Vágafirði nú, so tað fer at reka vestur um eina løtu. Tað er eitt lot fyri vágnum, men ikki so at tað bilar. - vit skriva her, tá ið vit vita okkur meira.

kl. 14.12. Nú eru nakrir bátar komnir til grindina vestur úr Koltri, hon er í tveimum bólkum - nógvir bátar eru ávegis suður.

kl. 14.12 Tað er eisini grind á Dølunum, hon liggur tætt útfyri Norðadali og bátar eru komnir til hana eisini, ætlanin er at fara á Leynar við tí grindini, men hon verður goymd enn á Dølunum.

kl. 15.24: Grindin er komin væl innum Koltur og gongur skjótt vestur, nógvur bátur er hjá grindini.

kl. 15.26: Eingin grind á Dølunum -

kl. 15.34: Grindin er komin innum Klovning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder