Beint áðrenn páskir avdúkaði Greta at hon hevði undirskrivað sáttmála við Norska plátufelagið Propeller Recordings. Hetta spennandi samaarbeiðið byrjaði við tí melankolska og mlágmælta lagnum, Breathe, sum tað fyrsta í einari røð av fleiri útgávum. Nú er so nað næsta lagið klárt. ???Dominoes???, sum er eitt meira up-tempo lag, hevði radio-premieru norska P13, mikudagin, og kemur alment út í morgin 16, apríl.
Við á innspælingini hevur hon fleiri góð fólk, m.a. multi-platinum-seljandi svenski framleiðarin og sangskrivarin Sebastian Furrer (hevur samarbeitt við Avicii, Kygo, Axwell & Ingrosso, Wyclef Jean, LP, 5 Seconds Of Summer m.a.).
Um hetta sigur Greta:
???Dominoes snýr seg um ta stokkuta stundina, sum bæði er vøkur og veik og kortini dregur teg inn í sína gandakendu verð. Tilgongdin til sangin snarar um hetta hugskotið um vakurleikan og tað gandakenda í løtuni. Jú meira vit royndu at gera sangin ???fulkomnan???, eftir at vit fyrst høvdu skrivað hann - jú meira leitaðu vit aftur til tað magiska í sanginum. Tann magiska kenslan er altavgerandi, tað er vakurleikin í tí ófulkomna og tí viðkvæma. Tað er menniskaligt at vera ófulkomin.???
Dominoes kemur út 16. april 2021 via Propeller Recordings, og kann takast niður her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald