Mentan

Greta aftur uppá spæl við nýggjari útgávu, ???Poison???

...

2021-05-28 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrr í vikuni var Greta við í DR sendingini ???Kongehuset på Færøerne???, og nú útgevur hon triðja staklagið í ár, ???Poison???.

Um sangin sigur Greta:

???Poison??? er ein tilvitskustreymur, ein flótandi poesi. Eg vildi skriva nakað sum kom djúpt innan úr kroppinum, nakað instinktivt. Tað er stutt ímillum heilivág og eitur - ov nógv av tí góða kann vera vandamikið. Tað løgna er, at tað kendist lekjandi at skriva ???Poison???.

Sangurin kann stroymast, og hon hevur eisini deilt eina live videoframførslu av sanginum, sum er filmað saman við FMX til enska showcase festivalin ???The Great Escape??? (leinkir niðanfyri). Væl umtókta enska tónleikablaðið ???Clash Music??? nevndi hana sum eina av seks ???must-stream acts??? á festivalinum.

Í sambandi við útgávuna og sjónvarpssendingina hevur DR Kultur gjørt eina samrøðu við Gretu.

Lurta her:https://gretasvabobech.lnk.to/Poison

Hygg her:Poison (Live - The Great Escape Edition)

DR KULTUR samrøða:DR KULTUR


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder