Vinna

Gøtuskipini sigla inn við 7.500 tonsum

...

2014-04-08 12:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gøtuskipini - Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter - sum hava roynt tætt vestur úr Hebridunum, sigla øll inn fullfermd, tilsamans hava tey 7.500 tons. Tá ið vit tosaðu við Arna Hansen skipara á Finni Fríða í gjárkvøldið, segði hann, at havið kókaði í svartkjafti har suðuri í ES-sjógvi. 

Svartkjafturin plagar at koma í føroyskan sjógv nú í apríl og fiskiskapurin plagar at halda á her til juni, so tað sær spennandi út.

Finnur Fríði fer á Fuglafjørð við lastini, teir veða á Fuglafirði tíðliga í kvøld, men fáa ikki landingartørn fyrrenn mikukvøldið.

Jupiter og Tróndur í Gøtu landa í Íslandi, Jupiter fer til Vestmannaoyggjarnar og Tróndur í Gøtu skal landa á Fáskruðsfirði. Teir verða báðir inni í morgin. Tróndur kemur tó á Fuglafjørð fyrst, har teir skulu leggja tvey trol upp til Vónina.

Av føroyskum skipum er nú bara Christian í Grótinum í ES-sjógvi, teir fóru nýggjan túr í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder