2020-06-19 07:20
Komandi sunnudag, 21. Juni kl. 16 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór eina stutta konsert í gjónni við Gjógv.
Kórið fer at framføra nøkur av útvald kórverk. Hetta verður soleiðis ein lítil brellbiti til stóru summarkonsertina, um verður í Løkshøll 28. Juni.
Hendan útikonsertin er sjálvandi treytað av at veðrið er til vildar.
Tey sum ikki kenna nakað til Gøtu Kirkju Ungdómskór, kunnu lesa nærri um kórið á facebook-síðuni hjá kórinum. Kórið er eitt tað mest vinnandi føroyska kórið í altjóða høpi, við nógvum virðislønum frá altjóða viðurkendum kórkappingum. Kórið telur 34 sangarar, og kórleiðari er Símun Hammer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald