Mentan

Gøtu Kirkju Ungdómskór í Løkshøll sunnudagin

...

2020-06-27 16:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin 28. juni hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór fyri fyrstu ferð eina heila konsert í Løkshøll. Skráin er sera fjølbroytt, og er mest krevjandi skráin, ið kórið higartil hevur framført - m.a. verður dupultkór av Johannes Brahms og Giovanni Gabriel á skránni, umframt fleiri spirituals. Harafturat verður eisini eitt nýskrivað kórverk fyri 8 røddir framført fyri fyrstu ferð. Talan er um verkið Gloria, sum kórleiðarin, Símun Hammer hevur skrivað.

Framførðslurnar hjá kórinum eru sermerktar. Kórið ger nógv burturúr at sjónliggera nakað av tí, ið verður sungið. Hetta sæst vanliga við serligum uppstillingum, flytingum og rørslum, sum ætlandi eru við til at gera heildarupplivingina enn betur.

Skráin skiftir millum klassisk og meiri nýmótans og rútmisk kórverk. Kórið, ið áður hevur vunnið fleiri føroyskar og altjóða viðurkenningar, skuldi eftir ætlan luttikið á OL fyri kór í Belgien í juli, men hetta er útsett til 2021, og vit gleða okkum tí sera nógv til at framføra meginpartin av ætlaðu OL skránni á konsertini í Løkshøll.

Fyri at gera karmarnir rundanum konsertina til nakað serligt, bjóðar kórið eisini okkurt spennandi til góman frá kl.19.30. Sjálv konsertin byrjar kl. 20.00. Atgongumerkir fáast umvegi heimasíðuna www.loksholl.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder