
Sunnudagin 8. oktober, sum er 17. sunnudag eftir tríeindardag, er talvudagur fyri
Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í onkrum kirkjum er tað annan sunnudag.
Sunnudagsskúlin virkar í flestu bygdum í landinum. Harumframt hava føroyskir
sunnudagsskúlar í Danmark tilknýti til Heimamissiónina í Føroyum. Mong eru børnini kring
landið, sum trúliga møta upp viku eftir viku.
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur barna- og familjuráðgeva í fulltíðarstarvi, hvørs uppgáva
millum annað er at stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið við
frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum.
Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni
hvørt summar. Mong hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar og
stuttleika sær úti og inni í góðum tryggum kørmum. Seinastu árini er luttakaratalið vaksið
støðugt.
Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður fíggjað við gávum.
Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna,
sum kemur inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald