2013-09-22 15:46
Grindin, sum funnin var norðan fyri Hósvík, var um niggjutíðina hildin til í Hvalvík. Ein leyslig meting sigur, at grindin er góðar 100 hval.
Hvalirnir vera í løtuni sleipaðir inn á bryggjuna í Hvalvík.
Kunngjørt verður út á seinnapartin, nær seðlarnir koma út.
Tað sigur -Politiið í Føroyum í tíðindaskrivi.
Myndirnar hevur Heiðrun Jákupsdóttir Guttesen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald