Nógv umtalaða gøtan ??ti í Lamba í Mykinesi, har serfrøðingar meina, at gøtan eigur at burturbeinast, er eitt prýði fyri økið og kemur at gera gagn, soleiðis at fólk koma at halda seg á gøtuni og ikki mala allastaðni, gøtan kemur at bøta munandi um tryggleikan, tí tað er ikki sørt vandaleyt at mala allastaðni í økinum í Lamba.
Haldi at mykinesfólk hava verið ófør, at tey hava tikið stig til at gera økið tryggari, samstundis sum tað framhaldandi verður møguligt at fara gongutúr út í Hólm, har fuglurin nú verður munandi minni órógvaður enn áður.
Í degi og viku 22. mai í ár vísti fulgafrøðingurin á, at Lamba er størsta lundaland í Føroyum, og gøtan gongur út yvir fleiri 100 lundaholur. Men sjálv gøtan er ikki einasti trupulleikin. Kanningar hjá fuglafrøðingum hava staðfest, at lundin, serliga sildberin, verður nógv órógvaður og heldur seg burtur, tá ið fólk eru á gøtuni.
Uttan at seta fullkomið forboð, eigur at bera til at seta avmarkingar, til dømis við hvussu nógv fólk kunnu ganga eftir gøtuni um dagin, serligar avmarkingar tá sildberin er og annað.
Eg tók nakrar myndir av gøtuni, av súlum og av kópi, ið lá á flesunum norðanfyri hólmin, tað var ikki nógvur lundi at síggja á landi, men á sjónum var fitt av lunda.
Jóanis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald