Visti tú, at tiltikin nógv huldufólk búleikast rundan um Elduvíkar bygd? Tey gera ongum nakað, um bert tey fáa frið, og við Poul Johannes bónda við á ferðini eru øll í tryggum hondum.
Elduvík
Fólk hava búleikast í Elduvík síðan umleið 1350, men bygdin er møguliga eldri enn so.
Nógv av gomlu, hugtakandi eyðkennunum eru enn at síggja í bygdini. Niðri við lendingina er hugnaligt at ganga millum gomlu neystini, og har sæst eisini barkhellan, sum bygdarfólkið brúkti til at lita klæðir á. Skúlin varð bygdur í 1887 og verður í dag nýttur sum bygdarhús.
Túrurin
Vit hittast við ???Heimablíðni hjá Fridu???, undir Reyni 6, har Poul Johannes heilsar okkum. Vit fara ein túr millum húsini. Bóndin fortelur um lívið í Elduvík, um býlingarnar, vøkru gjónna, vitja kirkjuna og gamla skúlan. Vit síggja standmyndina hjá listamanninum Hans Paula Olsen, hoyra um Marmennilin og um aðrar ævintýrverur í bygdini. Eftir hetta fara vit inn aftur til Fridu til smyrjubreyð og ein drekkamunn. Um nóg stór undirtøka er, verður skipað fyri túrum hvønn leygardag inntil 14. august. Nærri kunning fæst á facebookvanganum hjá Visit Runavík og á whatson.fo
??tlað: Fólk í øllum aldri.
At hava við: Gonguskógvar og klæðir eftir veðrinum.
Luttakarar: Í minsta lagi 10 og í mesta lagi 24.
Tíðspunkt: Leygardagin 03. juli kl. 11-12.30.
Kostnaður: Kr: 200,- fyri vaksin, 75,- kr fyri børn millum 7-15 ár.
Visit Runavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald