JN

Gomul hondbóltsmynd

...

2014-01-31 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Myndin er frá Páll Hellu í Vestmanna, sum hevur fingið hana frá Elisu Simonsen í Vestmanna.

Tær ið standa eru úr Neistanum í Havn, og tær ið húka eru úr Søljuni í Sandavági, myndin er helst tikin í 1944, tá Søljan og Neistin leiktu tveir dystir - ein í Havn og ein í Sandavági. Tann í Havn vann Søljan 1-0, men vit kenna ikki úrslitið av dystinum, sum varð leiktur í Sandavági.

Elsa Horn, sum er á myndini og leikti við Neistanum, sigur at neistakvinnurnar f.v. eru: Jacobina Poulsen, Elisabeth Mikkelsen, Elsa Horn, ókend, Hervør, Ida og Helga Magnussen.

Sandavágskvinnurnar eru f.v. Aslaj Nielsen, Paula Davidsen, Fía Nielsen, Nicolina Thomsen, Ragnhild á Plógv, Anly Joensen og Jenhild Danielsen.

Um onkur kennir tað "ókendu" neistakvinnuna, so vinarligast ring 210361 ella skriva til [email protected] 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder