Mentan

Góða bjargingarfelag, góðu áhoyrarar

...

2021-08-17 08:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er mær ein stórur heiður, vegna Eiðs kommunu, at sleppa at siga nøkur orð til hesa sera stóru hátíðarløtu. Nú vit hátíðarhalda, at nýggjur bjargingarbátur er komin til kommununa. Í mínum hugaheimi eitt stórt bragd, at henda verkætlan er vorðin til veruleika.

Nú nýggjur bjargingarbátur kemur til bygdina, vildi nokk onkur hildið, at tað er upplagt at røða um sjólívið ella okkurt líknandi, men tað fari eg ikki at gera. Tað hevur onkur annar nógv meira skil fyri enn eg. Eg fari heldur at hugleiða eitt sindur um sjálvboðið arbeiðið og svakar tankar.

???Vit bygdu høll, fólk hildu, vit vóru svøk. Vit bygdu pir, fólk hildu, vit vóru svøk.??? Nakað soleiðis bleiv tikið til í einum valstríði á Eiði fyri nøkrum árum síðani. Og hesi somu orð hóska væl til henda nýggja snotiliga bjargingarbát. ???Vit bygdu bjargingarbát, fólk hildu, vit vóru svøk.???

Tí, tá byrjað varð at snakka um at byggja ein nýggjan bjargingarbát, varð hildið lítið um ætlanirnar. Eiðis bjargingarfelag fór ongantíð at klára at samla tær 8-9 milliónirnar, sum skuldu til, fyri at byggja ein nýggjan bát. Betur var nokk at minka um projektið, og heldur fara í gongd við at samla pening til eitt meira realistiskt projekt, og keypa ein bíligan brúktan bjargingarbát.

Men soleiðis bleiv ikki hugsað í Eiðis bjargingarfelagi. Takk fyri tað. Tað bleiv droymt stórt, og sum ein klókur maður einaferð segði. ???Um tú kanst droyma tað, kanst tú eisini útinna tað.??? Tit eiga stórt rós uppiborið, fyri at tit kláraðu at útinna tykkara dreym.

???Rógvi, lær teg at undrast???. Minnist eg mammu mína hava sagt óteljandi ferðir. Tað liggur nokk ikki natúrligt til mín, men eg havi roynt at tikið orðini til mín. Og eg má siga, at í dag undrist og gleðist eg stórliga.

Vit liva í eini tíð, har vit tíverri hugsa meira og meira um okkum sjálvi. Vit hava so nógv at gera, at vit hava ikki tíð at rætta eina hjálpandi hond, tá brúk er fyri henni. Tí undrist og gleðis eg yvir, alt tað ótrúliga góða sjálvbodna arbeiðið, tit í Bjargingarfelagnum hava útint, og sum heild alt sjálvboðið arbeiði, ið verður útint í Eiðis kommunu. Kommunan kann skapa nakrar karmar, men uttan ídnar borgarar, eru karmarnir ikki nógv verdir.

Tað góða sjálvbodna arbeiðið í kommununi hevur m.a. við sær, at hóast vit ikki eru av fólkaríkastu kommununum, so hava vit fótbóltslið í bestu deildini, vit koma at hava hondbóltslið í bestu deildini. Og við hesum nýggja bjargingarbátinum og við tí fantastisku manning, sum stendur aftan fyri Eiðis bjargingarfelag, so hava vit eisini eitt bjargingarfelag, sum mann teljast millum tey bestu í landinum.

Uppgávan hjá einum bjargingarfelagið er nokk ikki at kappast, men at samstarvast við onnur um at loysa avbjóðingarnar, tá vanlukkur raka. Eg fari at takka øllum limunum í Eiðis bjargingarfelagi fyri, at tit eru klárir at seta lív í váða, fyri at bjarga, tá vanlukkur raka.

Eg skal eisini takka øllum stuðlum, sum hava verið við til at gjørt verkætlanina veruliga. Og enn einaferð takka tykkum í Eiðis bjargingarfelag, ið droymdu stórt, og tordu at útinna dreymin. Hjartaliga til lukku við nýggja bjargingarbátinum. Vónandi kemur báturin at roynast tykkum væl, tá brúk verður fyri honum. Jesus fylgi tykkum í øllum tykkara arbeiði.

Fari til endans at biðja Poul Johannes Ellingsgaard, formann í bjargingarfelagnum, um at koma upp her at taka ímóti eini heilsan frá Eiðis kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder