Mentan

GLS Í NORÐURLANDAH??SINUM - rørandi fyrilestrar

...

2018-01-30 13:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár var Norðurlandahúsið ramman um stóru Leiðararáðstevnuna undir heitinum GLS, har meira enn 400 luttakarar vóru skrásettir. Stevnan varð hildin næstseinasta vikuskiftið, 19 ??? 20 januar.

Byrjað varð við inntjekking, navnamerking og morgunmati fríggjamorgunin 19. januar kl.08.00 Kl.09.00 var setanarfyrilesturin, sum altið verður hildin av stovnaranum sjálvum, Bill Hybels. Í alt vóru tað 10 fyrilestrar í Norðurlandahúsinum seinasta GLS-vikuskiftið.

TRÍGGJAR LÍVSLAGNIR: Leygardagurin var, sum formaðurin fyri GLS, Stig Elttør, segði tað, dagurin við teimum meiri bleytu evnunum. Dagurin byrjaði við føroyska luttakaranum, Una Rasmussen úr Søldafirði, sum gjørdist blindur í einum ferðsluóhappi fyri 28 árum síðani. Tað var Klaksvíksingurin, Sámal Mikkelsen, sum leiddi samrøðuna við Una.

Tað var deyðatøgn í stóra konsertsalinum, táið ljósvørpurnar settu fokusi á Una, og hann segði hesi sterku orðini: ???Ein sjón er latin aftur, men ein nýggj sjón upp á lívið er latin upp!??? Tað komu nógv gullkorn fram í samrøðuni, sum stevnuluttakararnir kundu taka við sær heim.

Tveir aðrir fyrilestrarhaldarar, sum eisini komu fram á stórskýggjanum, vóru tvær kvinnur við hvør sínari traumatisku lívslagnu: Amerikanska kvinnan Joni Earickson Tada, sum gjørdist avlamin undir eini kaving í 1967 bert 17 ára gomul, og 46 ára gamla Immaculée Ilibagiza úr Afrikanska landinum Ruanda, sum upplivdi undir fólkamorðinum í 1994 í Ruanda, at bæði foreldrini, omman og abbin og øll systkini, uttan eitt, vóru myrd. Við tveimum rørandi fyrilestrum undirstrikaðu tær hvør sær hvussu vón, trúgv, kærleiki og fyrigeving kann fylla lívið, tá lívið er myrkast.

VERTIR: Vertirnir í ár vóru Margareth Djurhuus og Heri Kjærbo, sum professionelt leiddu fundarfólkið frá einum fyrilestri til næsta fyrilestur, samstundis sum tey motiveraðu fólkið at taka sær stundir millum fyrilestrarnar at grunda yvir tað, sum sagt varð. Til hetta var eitt arbeiðsheftið útflýggjað til allar 400 luttakararnar.

H??SAORKESTUR: Eisini var eitt húsaorkestur, sum undirhelt við blandaðum tónleiki millum fyrilestrarnar. Spælarar í orkestrinum komu m.a. úr Kelduni, Betesda og Siloa í Fuglafirði. Magni Christiansen og Bárður á Lakjuni settu eisini sín serskilta dám á húsaorkestrið. Tað var Jógvan Andersen úr Kelduni, sum skipaði orkestri.

GLS 2019: Stevnan endaði leygardagin 20. januar kl.16:00 Næsta GLS-leiðararáðstevnan er sett at verða 18 ??? 19 januar 2019, tá kostnaðurin hækkar við 200,00 krónum til 1.400,00 krónur, men tey, sum melda til áðrenn 01.desember í ár gjalda 1.200,00 krónur. Áðrenn stevnuluttakararnir fóru til hús, varð høvið at tekna seg til GLS-stevnuna í januar í 2019, og nevndarformaðurin upplýsir fyri Kristiligu Tíðindasendingini, at 180 tilmeldingar eru longu skrásettar.

Tað ber til at fara inn á GLS.FO og melda til og eisini gjalda, og eisini ber til at keypa fyrilestrarnar á fløgu inni á heimasíðuni. Eisini kann ein ringja á tlf: 202080 ella senda t-post: [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder