Dugnaligi poppsangarin Christopher verður at síggja og hoyra á pallinum leygarkvøld 21. august á Okkara Voxbotn. Hann er serstakliga vælumtóktur í kongaríkinum, og vit kunnu vænta okkum eina poppkonsert í serflokki, tá Christopher trínir á pallin.
Tíðindaskriv:
Hóast sín unga aldur (29 ár), hevur Christopher verið virkin í donsku tónleikavinnuni í mong ár. Hansara fyrsta staklag varð givið út í 2011, og í 2013 fekk hann longu sítt fyrsta hitt, tá lagið ???CPH Girls??? rakk tindarnar í Danmark. Síðani hevur hann verið javnur gestur á skandinavisku hittlistunum, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri síni tónlistarligu avrik.
Christopher framleiðir nútímans popptónleik, sum kanska er serliga væl umtóktur millum yngri áhoyrarar. Hann hevur latið úr hondum 5 útgávur, har av tann nýggjasta, ???My Blood???, kom út í mars í ár, og av hesi útgávu tykist lagið ???Fall so hard??? standa seg sera væl, við omanfyri 6 milliónum stroymingum á Spotify. Sostatt er tað ein háaktuellur Christopher, sum kann upplivast á Okkara Voxbotn leygarkvøldið 21. august.
Christopher fer á pallin saman við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna úr donskum sjónvarpssendingum sum ???Vild med dans??? og ???Toppen af poppen???.Frammanundan er longu greitt, at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sam Feldt, Signar og John, Swangah og Sanne Salomonsen fara at framføra á konsertdøgunum.
Nú er at gera skjótt av
Atgongumerkini ganga sum heitt breyð, so tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva glóðheita Christopher á Okkara Voxbotn 20/21.
Fáatgongumerki eru eftir til fríggjadagin 20. august. Keyp áwww.ebillett.fo.Forsøluprísurereinans kr. 650,-
Atgongumerki til leygardagin 21. august kunnu keypast áwww.ebillett.fo, í Effo handlunum kring landið, í Power í SMS og á Kunningarstovuni í Havn. Forsøluprísurereinans kr. 650,-
Vinarliga
Vox Entertainment
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald