JN

Gjøgnumbrot í Alzheimers-granskingini

...

2013-10-21 12:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggj kanning vísir greitt og týðuliga, at brúk av B-vitaminum avmarkar heilasvinni og kann verja umráði í heilanum, ið verða rakt av Alzheimers.


Granskarar á lærda háskúlanum í Oslo (UiO) og Oxford University hava gjørt kanningina, og sjálvir halda teir, at talan er um eitt gjøgnumbrot í Alzheimers-granskingini.

??? ??rslitið er sera áhugavert. Tað vísir, at sjálv Alzheimers-tilgongdin kann steðgast, nakað sum ongin annar higartil hevur kunnað ávíst, sigur viðurkendi professarin Helga Refsum við NRK.no.

Refsum er professari í føðsluvísindi á UiO og er ein av verkætlanarleiðarunum aftanfyri kanningina.

??? Kanningarúrslitið gevur vónir um, at Alzheimers sjúkan kann fyribyrgjast á sama hátt sum aðrar sjúkur, sum tildømis hjarta- og karsjúkur og krabbamein, sigur granskarin og leggur aftrat:

??? ??rslitið er fantastiskt. Eg havi verið við í mongum verkætlanum, ið hava havt til endamáls at finna loysnir á ymiskum viðurskiftum, men ongin ivi er um, at hetta er tað størsta, eg havi verið við til, sigur Refsum.

Kanningin hevur vart í tvey ár og umfatar 200 sjúklingar við mildum kognitivum sviki, tvs. byrjandi Alzheimer.

Myndir av heilunum hjá sjúklingunum vórðu tiknar bæði undan og eftir kanningina. MR-myndir verða mettar at geva sera nágreinilig úrslit, soleiðis at neyðugt ikki er við fleiri enn 200 luttakarum í eini tílíkari kanning.

Helmingurin av sjúklingunum fekk høgar skamtanir av B-vitaminum, meðan hini fingu placebotablettir (fupptablettir). MR-myndirnar skuldu avdúka, um vitaminurnar høvdu nakra ávirkan.

??rslitini vístu, at tey sum ikki fingu B-vitaminur høvdu sjey ferðir so stórt heilasvinn sum tey, ið fingu vitaminur.

??? Sjúklingarnir, sum fingu B-vitaminur, høvdu nærum 90 prosent minking í svinninum av tí partinum av heilanum, ið hevur samband við Alzheimers. Hetta vísir, at B-vitaminur kunnu steðga minkingini av heilanum hjá persónum við vánaligari B-vitaminstøðu, sigur professarin.

Men sjálvt um granskararnir halda seg hava prógvað ein samanhang millum B-vitaminur og avmarking av Alzheimer-vanda, merkir tað ikki, at øll eiga at taka hetta slagið av vitaminískoyti.

??? Ikki øll skulu taka B-vitaminur. Fleiri hjáárin kunnu vera knýtt at ov stórari nýtslu av B-vitaminum. Millum annað verður stúrt fyri, at stórar skamtanir kunnu stimbra vøkstri av longu verandi krabba. Tí eiga frísk fólk ikki at verða viðgjørd við B-vitaminum, sigur Refsum.

Hon viðmælir einans B-vitaminur til persónar, ið hava fingið ávíst byrjandi minnistrupulleikar, og sum ikki hava eitt nóg høgt B-vitaminstøði.

??? Tá kanst tú taka B-vitaminur ??? men bara undir teimum umstøðunum. Nógvar orsøkir kunnu vera til, at minnið svíkur, og nakrar av teimum kunnu viðgerast. Tí er umráðandi at fáa seg kannaðan gjølla hjá kommunulæknanum ella serfrøðingi, sigur Refsum.

Hon leggur tó dent á, at fleiri kanningar mugu gerast til tess at fáa staðfest, um úrslitini halda.

- Sjálvt um okkara kanningar eru sera sannførandi, er talan bert um eina kanning. Neyðugt er altíð við fleiri kanningum, áðrenn komast kann til eina niðurstøðu, sigur hon og leggur aftrat, at líknandi kanningar eru í gongd fleiri aðrastaðni í heiminum, millum annað í Hong Kong, USA og Avstralia.

Kelda: sandportal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder