Mong eru tey, ið hava sagt við okkum, at hesin var hin besti G! Festivalurin nakrantíð. Well, eg skal ikki tora at siga, um tað er satt ella ei, tó haldi eg, at lítið er at ivast í, at hesin var millum teir bestu. Vit taka gleðiliga ímóti avbjóðingini og ætla at gera okkara besta fyri at gera festivalin enn betri næsta ár. So tað er bara at seta X í álmanakkan longu nú og skriva sær aftanfyri oyrað, at næsti G! Festivalur verður verður dagarnar 17., 18., og 19. juli í 2014.
Samstundis vilja vit nýta hövið at takka öllum teimum mongu sum góvu sítt íkast til tiltakið í ár. Takk fyri í ár tit. Tað var fantastiskt at uppliva G!-Festival-andan so máttmiklan. G! er sterkari enn nakrantíð.
Vit síggjast á G! 2014.
Vegna G! Festival,
Jón Tyril, talsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald