2021-04-28 14:31
Leygardagin kl. 16 verður 1.Mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Røðarar verða Georg F.Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkniskipar Pauli Magnussen á Staðnum.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vit sum fyriskipa eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald