Vinna

Gamla monopolið venar seg

...

2015-08-29 21:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV hevur sovið monopolsvøvnin, men er vaknað við kaldan dreym, nú onnur hava møguleika at troyta leiðir, sum gamla monopolið í áravís ikki vildi vita av.

Almenna rúmið er fult av vreiði.

SEV-stjórin leikar í, tí at lítli kappingarneytin í Vestmanna, Røkt, hevur fingið møguleika at gera nakað konstruktivt og spennandi við eitt øki, sum SEV í áravís ikki hevur viljað vitað av.

Veruleikin hevur innheintað gamla monopolið, og tað kann sjálvandi kennast svárt.

Her niðriundir vil Røkt í stuttum greiða frá málinum, so fólk kunnu kenna rætta samanheingin.


SEV valdi vind frá

Røkt hevur í sínum arbeiði satsað uppá vindorku, ikki minst tí at SEV í síni tíð valdi vindorku frá. Hvør minnist ikki undanfarna SEV-stjóran, sum aftur og aftur trúttaði í myndugleikar og brúkarar, at el-netið kundi ikki taka ímóti streymi frá vindmyllum? Har bar onki til.

Røkt byrjaði el-framleiðsluna úr vindorku í 2003 og hevur spart borgarum landsins munandi upphæddir við hesi grønu orku.

Eftir hetta hevur Røkt, umframt vindorku, satsað uppá vindorku kombinerað við vatnorku. Eisini hetta valdi SEV frá. Síðan 2004 hevur Røkt roynt at fingið loyvi til hesa framleiðslu, og í 2010 fekk Røkt eitt ávegis loyvi, sum varð longt aftur í ár.

Eftir at SEV í 50 ár hevur havt loyvi at brúka vatnorkuna í Vestmannaøkinum - uttan at gagnýta allar teir møguleikar, har eru ??? hevur Røkt sett sær fyri at gagnnýta møguleikarnar í sínum øki ??? t.v.s. á Mýrunum og í Heygadali ??? fult út við at pumpa brúkta vatnið frá Mýrunum við vindorku úr Heygadali niðan aftur á Mýrarnar. Hetta gnagar hjá SEV, og tí verður trampað og leikað í.


Elveitingarlógin er greið

Fyri at aðrir aktørar enn gamla monopolið kunnu vera á elmarknaðinum, er m.a. ásett í elveitingarlógini, at aðrir veitarar enn SEV kunnu levera inn á landsfevnandi netið hjá SEV. Eisini er ásett í elveitingarlógini, at landsstýrismaðurin kann seta fram krav um, at loyvishavarar samstarva um útbúnað og savningarøki. Hetta er ásett, so at tað kunnu vera fleiri framleiðarar á vatnorkuøkinum.

Tað fellur SEV fyri bróstið, at landsstýrismaðurin við elveitingarlógini í hondini ??? og eftir at SEV hevur vrakað vindorku kombinerað við vatnorku ??? hevur latið Røkt ávegis loyvi til hesa framleiðslu.


Tóm skuldseting

Rópini av Landavegnum í Havn fevna eisini um eina skuldseting um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum gongur í móti síni egnu umsiting.

Fakta er, at fyrisitingin lat í 2010 ávegis loyvi til vind/vatnorku til Røkt og mælti í september 2014 til, at loyvið varð longt, samstundis sum kanningar í Vestmannaøkinum skuldu gerast.

Greitt er, at onnur tilmælir eisini hava ligið á borðinum. SEV kann tí ikki siga, at landsstýrismaðurin gongur móti síni umsiting.


SEV mótarbeiðir

Røkt hevur verið í samráðingum við SEV um at gera avtalu um samstarv um útbúnað og savningarøki, men gamla monopolið vil ikki samstarva.

Tí hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann ætlar at taka avgerð um samstarv sambært elveitingarlógini.

SEV hevur sambært elveitingarlógini:

??? Ábyrgd av netinum.

??? Systemábyrgd og samsvarandi skyldur og heimildir.

??? Tað er sum net- og systemábyrgdari, at SEV í samráð við landsstýrismannin skal   leggja tilrættis og meta um framtíðartørv á at byggja út ravmagnsframleiðsluverk og ???net.

Samstundis er SEV eisini kappingarneyti hjá øðrum framleiðarum. ??ll síggja, at tað er púra øvugt, at SEV brúkar allar sínar kreftir til at mótarbeiða, at aðrir veitarar kunnu gera seg galdandi. Vápnini, sum SEV brúkar, er at koma við skeivum upplýsingum og ikki at vilja góðtaka heimildir og rætt hjá landsstýrinum saman við síni fyrisiting at taka avgerðir.

Man fær illgruna um, at kappingarneytin SEV brúkar sín leiklut sum systemábyrgdara til at trýsta og hótta seg til, at Røkt ikki skal koma á mál við sínum royndum.

Sleppur hetta at halda fram, er ikki hugsingur um, at tann parturin av elveitingarlógini ??? at møguleiki verður fyri fleiri elframleiðarum ??? kann fáa nakran virknað. Tá fáa brúkarar ikki ágóða av betri og bíligari tænastum. Tá verður bakkað aftur í tíðina, og monopolsvøvnurin fer at leggja seg aftur um landið.


Tveir vegir at ganga

Røkt heldur, at tveir vegir eru at ganga.

Annar er at flyta seg alt meira aftur til gomlu monopolstøðuna. Hin er, at fleiri aktørar kunnu gera seg galdandi, soleiðis at tann dynamikkur, sum hóast alt er skaptur seinnu árini, kann mennast víðari, við:

??? størri innovatión

??? meiri framleiðslu úr varandi orkukeldum

??? lægri brúkaraprísum, ið kunnu samanberast millum aktørarnar

??? størri virksemi og virðisskapan í elveitingarvinnuni

Valið átti at verið lætt.

Eingin ynskir seg aftur í monopoltíðina men heldur eina tilgongd við kapping eins og á fjarskiftis- og tryggingarøkinum til gagns fyri brúkararnar.

Vinaliga

Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder