Mentan

Gallaveitslan hjá Team Rynkeby gav kr. 260.000

...

2018-02-11 10:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Takk av hjarta fyri tann fantastiska stuðul sum vit aftur í ár hava fingið. Uttan tykkum øll hevði hetta ikki latið seg gjørt. Ein rimmar gallaveitsla er nú farin framvið og fólk tóku sera væl undir. Samlað komu 259.715 krónur inn.

Vit á Team Rynkeby Føroyar liðnum takka øllum so miriliga. Takk til Hotel Føroyar fyri at lata hølir, tænastufólk, kokkar, uppvaskarar og samskipan. Takk til tykkum, sum lótu matin og drykkivørur. Takk til allar tónleikarar og sangarar. Takk til tykkum íð vildu deila tykkara "søgu". Takk til teknikarar fyri bæði tøkniliga framleiðslu og útgerð, og síðst, men ikki minst, túsund takk til tykkum øll, sum keyptu atgongumerki til veitsluna, uttan tykkum var ongin gallaveitsla. Allur innkomni peningurin fer til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum.

Skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder