Vinna

Gadus siglir heim við fullari last

...

2014-03-09 18:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Trolarin Gadus úr Klaksvík, sum reiðaríið JFK eigur, fór í morgun at sigla heima úr Barentshavinum við fullari last.

Gadus fór av Klaksvík beint undan nýggjárinum tann 28. desember, so tá teir koma á Klaksvík hevur túrurin vart hálvan triðja mánað. Hetta er nakað longri enn fyrsti túrurin í fjør vardi, men tað hevur annars gingið sera gott við fiskiskapinum verður sagt umborð á Gadus, og hetta er ein av teimum góðu túrunum.

Gadus væntar at fara um kontrolpunktið mitt í dag, og síðan gongur leiðin beina leið á Klaksvík, har Gadus væntanti verður týsdagin.

Gadus hevur smekk fulla last, og hevur gott 750 tons umborð. Hesar seinastu vikurnar hevur fiskiskapurin verið góður og hevur ligið um 80 tons um vikuna.

Skipari á Gadusi er Brandur Joensen úr Miðvági.

Kelda: ting.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder