Í sambandi við altjóða fysioterapidagin 8. september hava fysioterapeutar í Havn og Klaksvík opið hús í vikuskiftinum. Endamálið er at kunna fólk um, hvat fysioterapi er.
Lívsgóðska er í stóran mun ein góð heilsa og her hevur kroppurin ein virknan leiklut. Rørsla er týdningarmikil og besti heilivágur ímóti lívstílssjúkum. Undir slagorðinum meira venjing ??? minni heilivágur, verða dyrnar latnar upp á viðgerðarstovunum. Fólk kring landið kunnu nýta hetta høvið og støkka inn á gólvið í onkra av fysioterapiunum.
Hevur tú umhugsað um ein fysioterapeutur kann hjálpa tær? ella hevur tú bara hug at forvitnast um, hvat fysioterapi er? ??ansæð eru øll vælkomin at vitja eina av fysioterapiunum.
Arbeiðsøkið hjá einum fysioterapeuti fevnir m.a. um elitu ítróttarfólk, fólk við tørvi á endurvenjing, fólk við einstáttaðum arbeiði, sálarliga veik, børn og ung við serligum avbjóðingum.
Á www.fys.foog á www.fysio.dk/dagenkanst tú lesa meira um Altjóða Fysioterapidagin.
Les meira um hvat ymisku Fysioterapiirnar bjóða hendan dagin á fys.fo.
Opið er soleiðis:
Leygardagin 7. september
Effekt Fysioterapi, Poul Juelsgøta 9 : kl. 15.00 til 17.00.
Sunnudagin 8. september
Klaksvíkar Fysioterapi, Bøgøta 34: kl. 14.00 til 17.00.
Fysioterapiin Landssjúkrahúsið, J.C. Svaboesgøta 41-49: kl. 14.00 til 16.00.
Lágargarður, Stoffalág 84: kl. 14.00 til 16.00.
Boðanesheimið, Yviri við Strond 95: kl. 14.00 til 16.00.
Havnar Fysioterapi, Tinghúsvegur 72: kl. 14.00 til 16.00.
Bjartalíð Fysioterapi, Sundsvegur 6: kl. 15.00 til 17.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald