Mentan

Fyrsti kandidatur í veðurfrøði

...

2020-09-21 16:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Setur.fo:

Fríggjadagin skrivaði Andrias Klein Gregoriussen søgu, tí hann er tann fyrsti lesandi á Setrinum, sum hevur lokið prógv sum kandidatur í veðurfrøði. Hansara arbeiði vísir, at til ber at fáa neyvari veðurvánir fyri Føroyar, enn vit eru von við

Kandidatuppgávan eitur???Performance analysis of the Weather Research and Forecast Model (WRF) ??? A case study of the storm Urd on the Faroe Islands???.

Í síni kanning vísir Andrias Klein Gregoriussen á teir fyrimunir, ið eru við brúka veðurmodell við hægri upploysn, enn vanligt er at gera á okkara leiðum. Upploysnin í modellunum hjá Andriasi er annaðhvørt ein kilometur ella 400 metrar, sum er sera fín, samanborið við tað, sum annars verður gjørt fyri okkara øki. Til dømis kann nevnast, at almennu forsagnirnar frá DMI og Yr hava eina upploysn uppá 2.5 km ella meira á okkara leiðum.

Neyvari veðurvánir

Tíðarskeiðið, sum Andrias kannaði, var tá herviliga ódnin Urd herjaði í Føroyum um jóltíðir 2016. Forsagnirnar frá modelkanningunum vórðu hildnar upp ímóti øllum mátingunum, sum Landsverk ger kring landið.

Ymsar avbjóðingar hava verið á leiðini, men dómsnevndini líkaði avrikið og helt, at úrslitini eru sera forvitnislig.

Sum dømi úr kanningini kann nevnast, at ein upploysn uppá ein kilometur og meira tykist ov grovkornut til at endurskapa stóru broytingarnar í vindferð, sum kemst av ávirkanini, sum fjøllini hava. Hinvegin vísa kanningarnar eisini, at væl meiri av slíkum vindviðurskiftum koma við, um modellið verður koyrt við eini upploysn uppá 400 metrar. Hesi úrslit stuðla við øðrum orðum upp undir, at veðurvánir kunnu gerast fyri Føroyar, sum eru neyvari, enn hvat vit eru von við.
Andrias Klein Gregoriussen hevur frammanundan bachelor í orku og umhvørvisverkfrøði frá Setrinum og hevur sum part av kandidatlestrinum tikið mong skeið á Universitetinum í Bergen. Próvdómari var Haraldur ??lafsson, professari við Háskóla Íslands. Vegleiðarar vóru ??lafur Rögnvaldsson, ph.d og stjóri á belgingur.is, og Bárður A. Niclasen, lektari á Setrinum.

Hjálpt Veðurmenningarbólkinum

Andrias Klein Gregoriussen hevur eisini verið ein stuðul hjá Veðurmenningarbólkinum, sum arbeiðir fyri at fáa eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki. Bólkurin virkar eisini fyri at fáa betri miðling av veðurviðurskiftum og fyri at taka lut í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild.
Ein partur av hesi ætlan er at brúka modellið hjá Andriasi Klein Gregoriussen til betri veðurforsagnir.
Veðurmenningarbólkinum handaði í fjør landsstýrinum frágreiðing og tilmæli um veðurtænastu í Føroyum.

Lesið frágreiðingina hjá Veðurmenningarbólkinumher.

Lesið ritgerðina hjá Andriasi Klein Gregoriussenher.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder