Bátafestivalurin 2018 verður á Toftum leygardagin 5. mai
Ársins fyrsta bátatiltak er
Bátafestivalurin á Toftum. Eins og undanfarin ár, so verður hann eisini í ár
fyrsta leygardag í mai-mánaði, sum er 5. mai.
Meðan bátafólkið pussar upp, leggja
fyrireikararnir seinastu hond á víðfevndu skránna, sum verður kunngjørd seinni.
Dan heldur røðuna fyri
bátafólkinum
Leisturin verður kortini hin sami og væl
kendi. Dagin fyri ??? fríggjadagin klokkan 16.00 ??? letur kampingøkið upp. Klokkan
12.00 leygardagin møtast bátarnir í Skálafirði, og hálvan tíma seinni setir
bátafylgið kós ímóti Oyrunum á Toftum, hagar teir koma klokkan 14.00.
Í ár verður tað Dan Reinert Petersen, ið
fer at flyta fram vælkomurøðuna í Oyrunum. Dan er saltnesmaður, fyrrverandi
lærari og tingmaður, sum eisini kennir væl til sjólívið.
Suppa, sangur ??? og dansur
Eftir tiltakið í Oyrunum, har harmonikurnar
eisini ljóma, savnast bátafólkið á ???Nyki??? at fáa tiltiknu suppuna og annað
gómagott.
???Syngið við???-tiltakið við harmonikutónleiki
byrjar klokkan 18.40 og varir í umleið hálvan annan tíma. Klokkan 23.00 byrjar
dansurin í teltinum.
Bill undirheldur
Allan dagin verður matarsøla,
tónleikatiltøk og undirhaldstiltøk fyri børn og vaksin, sum kunnað verður um
seinni. So mikið er tó vist og váttað, at Bill Justinussen, tingmaður,
undirheldur í teltinum klokkan 16.30.
Fyrireikararnir bjóða øllum at vera væl
komin á Bátafestivalin á Toftum 2018. Meiri kunning sæst á
facebook.com/batafestivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald