Vinna

Fyrrverandi Kappin kemur á Fuglafjørð

...

2013-09-02 19:41 Author image
placeholder

Fyrrverandi rækjutrolarin, Kappin, ið var heimahoyrandi í Miðvági, kemur á Fuglafjørð í dag at landa.


Trolarin, ið varð seldur til Murmansk í Russlandi fyri tveimum árum síðan, kemur í dag á Fuglafjørð at landa til Bergfrost.

Í dag kallast skipið Zvezda Murmana.

Zvezda Murmana er bygd í Onglandi í 1971 og fekk tá navnið Ranger Cadmus.

Skipið hevur eisini havt nøvnini Olympic Prawn, Pero, Ny-Pero og Arab.

Olympic Prawn var síðsta navnið, áðrenn skipið fekk navnið Kappin.

Kelda: skipini.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder