JN

Fyrilestrar um seyðahald á Hotel Føroyum leygardagin 22. mars 2014

....

2014-03-21 02:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrilestrar um seyðahald á Hotel Føroyum

leygardagin 22. mars 2014

kl 15-17

 

Sum upphiting til kjøtkvøldið, sum verður leygarkvøldið 22. mars 2014, skipar Búnaðarstovan fyri fyrilestrum um seyðahald seinnapartin leygardagin. Seyðurin í haganum hjá Búnaðarstovuni verður gjølla skrásettur, og hesar skrásetingar eru grundarlag undir ymiskum seyðaroyndum. Í fyrilestrum verður greitt frá skrásetingunum og ymiskum royndum, sum tey gera á Búnaðarstovuni.

Landsdjóralæknin fer eisini at halda fyrilestur um tey tiltøk, sum landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera fyri at basa ridluskriða. Nakað herfyri varð ridluskriði staðfestur á Skælingi, og seinasta heyst kannaðu tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovu seyðin á Skælingi og í grannahøgunum í Leynum, Kollafirði, Kaldbaksbotni og Norðradali.

Skráin:

Kl 1500           Skrásetingar og seyðaroyndir                          Rólvur Djurhuus

Kl 1530           Kanningar av ridluskriða                                 Birna Mørkøre

Kl 1600           Roynd at royta lomb                                       Jens Ivan í Gerðinum

Kl 1630           Ávirkan av grágás á grasvøkstur                     Rólvur Djurhuus

Kl 1700           Liðugt

Fyrilestrarnir eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder