Mentan

Fylini DNA testaði, merkt við erflís og skrásett

...

2021-08-25 12:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 F??ROYSK ROSS: Í allar fagrasta veðri, tann 8. august, vóru Jórun, djóralækni, og Jóna, forkvinna í felagnum, úti hjá føroyskum alirossum og merktu fylini, sum komu í ár.

FF logo.jpg

Árliga verða føroysk fyl merkt við erflís, DNA testaði og skrásett í Føroya Fongi. Hetta er fyri at tryggja at slagið er reint føroyskt, ættartalvan røtt og so tað til framtíðar ber til at siga við vissu, hvørji tey ymisku rossini eru, um so tey verða flutt og/ella skifta eigara.

Í ár vóru 7 fyl, sum blivu merkt og skrásett, harav 5 ryssufyl og 2 hestfyl.

Litbrá er 0 ár og jørp/brúnflekkut. Lotta er 1 ár og svørtflekkut. Mamma teirra er reyða ryssan aftanfyri. Hon eitur Mika og er 6 ár.

Litbrá er 0 ár og jørp/brúnflekkut. Lotta er 1 ár og svørtflekkut. Mamma teirra er reyða ryssan aftanfyri. Hon eitur Mika og er 6 ár.

Litbrá verður merkt við erflís. Jóna kelar Litbrá meðan Jórun merkir. Eitt skjótt lítið prik, og so er alt yvirstaðið.

Litbrá verður merkt við erflís. Jóna kelar Litbrá meðan Jórun merkir. Eitt skjótt lítið prik, og so er alt yvirstaðið.

Glæma er 0 ár og jørp/brún á litin. Mamma Glæmu eitur Blika. Hon er jørp/brúnflekkut og 5 ár.

Glæma er 0 ár og jørp/brún á litin. Mamma Glæmu eitur Blika. Hon er jørp/brúnflekkut og 5 ár.

Glæma verður javnt jørp/brún á litin, tá hon verður vaksin. Ymisk eru litbrigdini.

Glæma verður javnt jørp/brún á litin, tá hon verður vaksin. Ymisk eru litbrigdini.

Buri er reyður og 0 ár. Eigarin, Jákup Bærentsen, prátar blídliga við Bura, sum er blivin heilt spakur.

Buri er reyður og 0 ár. Eigarin, Jákup Bærentsen, prátar blídliga við Bura, sum er blivin heilt spakur.

Mamma Bura eitur Disan. Disan er 12 ára gomul og jørp/brún á litin. Buri liggur niðri og hvílir seg, meðan mamman ansar eftir.

Mamma Bura eitur Disan. Disan er 12 ára gomul og jørp/brún á litin. Buri liggur niðri og hvílir seg, meðan mamman ansar eftir.

Buri er reyður við lítlari hvítari stjørnu á enninum.

Buri er reyður við lítlari hvítari stjørnu á enninum.

Jórun kannar erflísina hjá Bura.

Jórun kannar erflísina hjá Bura.

Ýr verður reyð líkasum mamma sín, Sif. Ýr er 0 ár og Sif er 5 ár.

Ýr verður reyð líkasum mamma sín, Sif. Ýr er 0 ár og Sif er 5 ár.

Jórun kelar Ýr, so Ýr fær eitt gott upplivilsi, hóast hon má prikast.

Jórun kelar Ýr, so Ýr fær eitt gott upplivilsi, hóast hon má prikast.

Leika er 0 ár og verður svørt á litin. Mamma Leiku er Mira, sum er jørp/brúnflekkut og 12 ár.

Leika er 0 ár og verður svørt á litin. Mamma Leiku er Mira, sum er jørp/brúnflekkut og 12 ár.

Nakrar vikur eftir foling skifta fylini feld. Undir fyljafeldinum hómast í summarfeldin, sum bendir á, hvønn lit fylið fær. Leika verður svørt á litin.

Nakrar vikur eftir foling skifta fylini feld. Undir fyljafeldinum hómast í summarfeldin, sum bendir á, hvønn lit fylið fær. Leika verður svørt á litin.

Prýða er 0 ár og verður svørtflekkut. Á myndini verður Prýða merkt við erflís.

Prýða er 0 ár og verður svørtflekkut. Á myndini verður Prýða merkt við erflís.

Jórun, djóralækni, kannar erflísina hjá Prýðu.

Jórun, djóralækni, kannar erflísina hjá Prýðu.

Tindur er úr Kunoy.

Tindur er úr Kunoy.

Tindur saman við mammu síni Toygu. Tindur er 0 ár og verður svartur á litin, tá hann verður vaksin. Toyga er reyð og 9 ár.Tað kemur fyri at ross skifta nøvn. Nýggja navnið hjá Tindi verður Sigur.

Tindur saman við mammu síni Toygu. Tindur er 0 ár og verður svartur á litin, tá hann verður vaksin. Toyga er reyð og 9 ár.

Tað kemur fyri at ross skifta nøvn. Nýggja navnið hjá Tindi verður Sigur.

Einans 2 hestfyl komu í ár. Teir báðir Tindur og Buri.

Einans 2 hestfyl komu í ár. Teir báðir Tindur og Buri.

Síðstu árini eru áleið 6 - 10 fyl komin hvørt summar, og í fjør vórðu 7 fyl skrásett. Tað hevur roynst sera torført undanfarin ár at økja um rossastovnin, og í ár hava bara nakrar heilt fáar ryssur verið hjá greðingi. Felagið arbeiðir miðvíst við eini loysn, men skal hetta bera á mál, so mugu øll leggja sítt til.

Far inn á leinkjuna niðanfyri, fá nærri kunning og skriva undir, um tú ynskir føroyska rossið skal varðveitast. Tín undirskrift ger mun!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder