Mentan

Fylgið við Hennara hátign Margrethu drotning kemur til Kvívíkar leygardagin 17. juli

...

2021-07-14 19:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
  • Móttøka verður kl. 13:40 á Kirkjusandi, har Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri, saman við frú tekur ímóti. Borgarstjórin presenterar bygdaráðið, og drotningin fær handað blómur
  • Síðan verður gingið yvir til minnismerkið um Stella Argus, har Dánjal Joensen, versonur ein teirra, ið fórst við Stella Argusi, tekur ímóti
  • Frá Minnismerkinum fer drotningin til gongu stutta túrin til útgrevsturin "Niðri á Toft", har Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur frá Tjóðsavninum, tekur ímóti, og drotningin fær høvi at hyggja at útgrevstrinum
  • Frá útgrevstrinum verður drotningin koyrd fram til Mylluhúsið, har borgarstjórin fer at greiða frá vatnverkinum, sum útvegar hita til dagstovnin og skjótt eisini til skúlan
  • Síðan fer fylgið inn í Áarlon, har listamaðurin Ole Jacob Nielsen fer at presentera gávu frá Kvívíkar kommunu til Hennara Hátign
  • Kl. 14:50 er vitjanin komin at enda, og borgarstjórin heilsar Hennara hátign Margrethu drotning farvæl
  • Eftir at fylgið er farið úr Kvívík, er almenningurin vælkomin inn í Áarlon til ein kaffimunn, har høvi verður at síggja stórfingnu gávuna til drotningina frá Kvívíkar kommunu.
  • Í sambandi við drotningavitjanina verða parkeringsøkini niðri á Kirkjusandi, niðri á Túni og út ímóti ánni við Áarlon stongd fríggjakvøldið 16. juli frá kl. 18 og til leygardagin kl. 15.
  • Í hesum sambandi eru fólk vælkomin at seta bilarnar niðri í Urð og frammi í skúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder