Tíðindaskriv
Vágar 26. oktober 2020
Fundur við jarðeigarar og festarar í Vágum og Mykinesi 5. november
Í sambandi við arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines, verður fundur við allar eigarar og festarar í Vágum og í Mykinesi.
hóskvøldið 5. november kl. 19.30 i skúlanum i Sørvági
Á fundinum fer verkætlanarleiðarin at kunna um verkætlanina og eisini kemur John Mortensen frá Sp/f Jarðir at kunna um felagið, sum Føroya ??ðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava stovnað.
Endamálið við fundinum er at fáa íkast frá og prát við eigarar og festarar í økinum um gongd í haga í sambandi við ferðavinnu.
Orsakað av Korona er neyðugt at tilmelda seg í seinasta lagi á middegi sama dag.
Tilmelding til teldupost [email protected] ella umvegis leinkjuna her
Visitvagar, Vága kommuna og Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald