Í samband við at kirkjuráðsval verður 5 november í ár, verður skipað fyri kunnandi fundi í kvøld kl. 19.00 í Hoyvíkar Kirkju.
Á fundinum luttekur m.a. Andrias Ziska frá Føroya Stiftstjórn, har hann m.a. greiðir frá mannagongdum í sambandi við valið. Fleiri broytingar eru til hetta valið í mun til seinasta val, tá tað einans var veruligt val í fimm kirkjusóknum. Nú er tann broyting gjørd, at val skal verða í øllum kirkjusóknum, har meira enn 500 kirkjufólk búgva. Fyrsta februar 2013 vóru 37.276 limir í fólkakirkjuni.
Uppgávurnar hjá kirkjuráðnum vaksa alsamt. Á fundinum luttaka eisini umboð fyri kirkjuráðini, har tey greiða frá uppgávum, kirkjuráðini taka sær av.
Valevnislistarnir skulu vera innlatnir til formannin fyri valstýrinum, í seinasta lagi kl. 22.00 mánadagin 23. september.
??ll eru vælkomin. ???
Vinaliga
Uni Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald