Mentan

Fuglafjørður: Earth Hour við vónríkum trompettónum í tryggari frástøðu

...

2020-03-27 10:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og undanfarin ár, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygardagin 28. mars kl. 20.30. Íhesum Corona og umhvørvis-umhugsnu tíðumverður tað eitt #samanhvørsær #unplugged tiltak, har Johan Hentze fer at spæla dragandi og vónríkar trompet-tónar, har temaið er ljós.

Vit útnytta serliga amfi-teatur skapið, Fuglafjørður hevur, har Mentanarhúsið liggur sum pallur, og bygdin liggur eftir fjallasíðunum rundanum. Johan Hentze fer tískil at spæla nøkur løg úr Mentanarhúsinum móti bygdini. Vónin er, at um fólk fara útum ella lata vindeyguni upp, so berast tónarnir móti húsunum.Veðurforsøgnin er sera góð, eitt lítið lot, turt og heldur kalt, so tónarnir eiga at berast væl.

Einki ljós verðurbrúkt, so Johan stendur í myrkri, tí hetta er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á umhvørvistrupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkominav okkara ovurnýtslu. Tí verðanærumøll ljós sløkt, eisini gøtuljósini í kommununi, ljósini á havnalagnum, sumikki eru alneyðug, og ljósini á vøllinum.

Vónandi taka fólk í Fuglafirðiaftur í árvæl ímóti átakinum og sløkkja allan óneyðugan streym hesa løtuna. Eitt gott hugskot er at tendra kertuljós at birta vón, og fara útum ella lata vindeyga upp at vita umtrompet-tónarnir hoyrast. Ella bert at sita í kvirru við kertuljósum og frøast um, at hóast Corona-sóttin herjar og noyðir okkum at vera heima, so hevur hon havt okkurt gott við sær, tí umhvørvið er ikki fyri so ógvusligariávirkan, nú nógv virksemi liggur stilt og ferðslan er minkað munandi.

Fakta um Earth Hour
Earth Hour er eitt átak, sum WWF skipar fyri hvørt ár í mars. Einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta hendan dagin umhvørvið í brennidepilin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder