Ítróttur

FSF Varpið: 7. umfar byrjar fríggjadagin

...

2014-05-01 16:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
FSF: Fimm spennandi dystir í Effo-deildini eru á skránni komandi vikuskifti, og longu fríggjakvøldið kl. 18:30 verður lagt fyri á Svangaskarði á Toftum, har B68 fær vitjan av Skála.

Leygardagin kl. 18:00 spæla NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík, meðan dystirnir sunnudagin eru AB-HB og Víkingur-ÍF, ið báðir byrja kl. 15:00, og B36-EB/Streymur, sum verður bríkslaður í gongd kl. 17:15.

Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um teir fimm dystirnar, sum verða í komandi umfari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder