Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð avgjørt, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa um fíggjarligan stuðul frá feløgum og enstaklingum til mentan og ítrótt.
Samtykt varð at seta inn sum nýggja § 1 ???Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september???. Og til § 8 verður lagt afturat, ???harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja???. Samstundis verður § 9, stk 5. strikað.
Mentunar- og trivnaðarnevndin hevur á fundi 9. mars 2021 gjørt av, at freistin fyri umsóknir, sum var 1. mars, er útsett til at vera1. apríl 2021. Umsóknir, ið koma inn eftir 1. apríl verða fyrst viðgjørdar eftir 1. september.
Reglugerðin kann lesasther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald